- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira til rakstur og avlop minni til íløgur

Tað hálva árið frá apríl, tá uppskotið til samtyktar um játtanarkarm fyri 2019 kom í tingið, til uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019 kom síðst í september, løgdust 130 milliónir afturat útreiðslunum hjá landskassanum.
Sambært játtanarlógini skuldu rakstrarútreiðslurnar í 2019 verða fýra milliardir og 764 milliónir krónur.
Sambært uppskotinum um fíggjarlóg eru tær fýra milliardir og 892 milliónir.
Íløgurnar eru tó minni sambært uppskotinum um fíggjarlóg. Har eru tær góðar 362 milliónir. Sambært játtanarlógini eru tær 420 milliónir.
Avlopið var eitt sindur størri í uppskotinum um fíggjarlóg enn í játtanarlógini, men talan er tó bara um tríggjar milliónir krónur.
Tá løgtingið samtykti uppskotið um játtanarkarmin fyri 2019, tók tað undir við, at raksturin kostar fýra milliardir og 764 mió. kr., og at íløgur verða gjørdar fyri 419,9 milliónir.
Játtanarlógin læsir játtanarkarmin fyri komandi árið, og er tí avgerandi fyri, hvussu stórt fíggjarliga rásarúmið verður komandi árið.