Ísrael bumbar iranskar vápnagoymslur í Sýria

Ísrael bumbar iranskar vápnagoymslur í Sýria
Ísraelsk flogfør bumbaðu mikunáttina fleiri mál í og uttanfyri sýriska høvuðstaðin Damaskus.
Tilvildarlig savnsmynd
 
27.12.2018 - 10:08

Tað váttar ein leiðari í ísraelsku herinum fyri tíðindastovuni AP. 
Sambært kelduni, bumbaðu ísraelsku flogførini iranskar vápnagoymslur og goymslur hjá Hisbollað í Sýria. Ísraelska stjórnin hevur enn ikki váttað ella tikið ábyrgdina av loftálopinum. 

Men sambært einum talsmanni fyri russisku stjórnina, so vóru 16 ísraelsk bumbuflogfør við í álopinum. Talsmaðurin fyri russisku stjórnina Igor Konasjenkov finst at álopinum. Sambært honum var vandi fyri, at ísraelsku hernaðarflogførini og tvey sivil ferðafólkaflogør, um vóru í fer við at lenda í Damascus, rendu saman. Sambært ísraelsku kelduni, so raktu flogførini øll síni mál. 

Assad vunnið seg fram 

Iran og Hisbollað hava síðani borgarakríggið í Sýria byrjaði fyri 7 árum síðani stuðlað stjórnini hjá Assad, ið seinastu tíðina hevur fingið ræði á vestara parti av landinum aftur frá uppreistrarfólkunum, væl stuðlað av áður nevndu og av Russlandi.  Amerikanski forsetin Donald Trump hevur boðað alment frá, at USA fer at taka seg aftur úr Sýria 

Ísrael hevur í nógv ár hvat tað politisku støðu, at landið ikki kann góðtaka, at Iran hevur hernaðarfólk og vápnagoymslur í Sýria. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342