Blóðreyður jólaaftan á Wall Street

Blóðreyður jólaaftan á Wall Street
Partabrøvini á keypsskálanum í USA fullu nógv í gjár og vikan gjørdist tá avtornaði hin vánaligasta síðani fíggjarkreppuna
 
25.12.2018 - 11:17

Jólaaftan gjørdist tann vánaligasti nakrantíð á keypsskálanum í Wall Street. Tað staðfestu amerikanskir miðlar, tá keypsskálin lat aftur og fór í jólafrí í gjárkvøldi.

Leiðandi Dow Jones index'ið fall við 2,9 prosentum, bara í gjár.

Harvið varð punktum sett fyri einum blóðreyðum desember mánaða á amerikanska partabrævamarknaðinum.

Bara í síðstu viku fall Dow Jones index'ið umleið sjey prosent, og tað er størsta fallið eftir fimm handilsdøgum síðani fíggjarkreppuna í 2008. 

Íleggjarar óttast, at búskaparvøksturin steðgar og USA kann vera á veg inn í eina nýggja fíggjarkreppu.

Órógvið á amerikanska keypsskálanum hevur breitt seg til japanska keypsskálan.

Tá keypsskálin í Tokyo lat aftur, var leiðandi Nikkei index'ið fallið meira enn fimm prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342