Tilboð: genkanna føroyingar fyri níggju sjúkur

Tilboð: genkanna føroyingar fyri níggju sjúkur
Ílegurnar hjá føroyingum kunnu nú verða kannaðar fyri níggju sjúkur, sum eru vanligar í Føroyum
Hans Atlii Dahl er tekniskur stjóri í Amplexa Genetics.
 
21.12.2018 - 07:25

Ílegurnar hjá føroyingum kunnu nú verða kannaðar fyri níggju sjúkur, sum eru vanligar í Føroyum.

Tilboðið er frá føroysku ílegu-starvsstovuni Amplexa Genetics, sum er í Odense og eisini hevur deild í granskaralundini iNOVA í Havn.

Afturat ílegukanningingini bjóðar Amplexa Genetics kliniska vegleiðing saman við samstarvsfeløgunum í Føroyum, Pero Sore, serlækna á heilsu- og viðgerðarmiðstøðini MedCare, og Jenisi av Rana, kommunulækna. 

Sjúkurnar, sum verða kannaðar, eru allar víkjandi, - tað er, at einstaklingar kunnu hava sjúkuíleguna, uttan at hava sjúkueyðkenni. 

Sjúkurnar eru millum annað cystisk fibrosa og CTD.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066