Vinnan óttast Brexit

Vinnan óttast Brexit
Vinnan í Bretlandi óttast fyri, at Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu. Fleiri fyritøkur fyrireika seg nú at flyta úr Bretlandi.
 
20.12.2018 - 09:34

Fimm av teimum størstu arbeiðsgevarafeløgunum í Bretlandi heita nú á bretska undirhúsið um at samtykkja avtaluna hjá Theresu May, forsætisráðharra, skrivar the Guardian.

Arbeiðsgevararnir eru forfardir um stríðið í undirhúsinum og ávara um, at fer Bretland úr ES uttan nakra avtalu, so fer illa fyrireikaði bretski búskapurin at klára seg sera illa.

Parlamentslimir eiga at gevast við at "spæla politikk", sum tey orða seg, og stuðla avtaluni hjá May, siga arbeiðsgevararnir - annars verður búskaparligur ruðuleiki.

Ráðharrar fyrireika nú av álvara møguleikan fyri, at eingin avtala verður.

Tilbúgvingin inniber millum annað, at milliardir verða settar av til útlendingamál, landbúnað og onnur øki, og við at seta 3.500 herfólk í bíðistøðu, at hjálpa til í neyðstøðum.

Ætlanin er eisini at seta 3.000 fólk í almenna tænastu, til dømis hjá skattamyndugleikanum, og fleiri hundrað trygdarfólk skulu setast afturat á flogvallum og øðrum altjóða farstøðum.

Men vinnuligir leiðarar siga, at landið er langt frá at vera til reiðar at slíta við ES uttan at nøkur avtala er millum partarnar frammanundan.

Nú er drála so leingi, at fyritøkur í øllum støddum fyrireika seg til eina framtíð uttan handilsavtalu við ES.

Hetta fer við nógvari tíð og pengum, men tað merkir eisini, at fyritøkurnar eru givnar at gera íløgur, og í ringastu førum flyta tær framleiðslu og onnur arbeiðspláss úr Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342