Eindarlistin vil hava almennan banka

Eindarlistin vil hava almennan banka
Í Danmark skjýtur Eindarlistin nú upp, at tað almenna setir á stovn ein almennan banka, sum skal vera eitt alternativ til privatu peningastovnarnar.
 
17.12.2018 - 09:42

Endamálið er, sambært flokkinum, at gera upp við fíggjarheimin, har peningastovnar leggja alsamt fleiri gjøld á síni viðskiftafólk og harumframt renna seg í gølu oman á gølu um hvítting av pengum og skattasvik.

- Í kjalarvørrinum av hesum gølum spyrja nógv, hví tað eftirhondini ikki ber til at fáa ein einfaldan banka, har pengarnir ikki verða brúktir til spekulatión ella onnur skeiv endamál, sigur Pelle Dragsted, framsøgumaður í fíggjarmálum hjá Eindarlistanum.

Almenni bankin skal vera fyri vanlig fólk, vinnulív og feløg, men eisini kommunur, regiónir og statin, sigur Eindarlistin.

Í Føroyum skjýtur Miðflokkurin upp at seta á stovn ein almennan bústaðarbanka, sum skal veita fígging til bústaðarbygging og bústaðarkeyp kring alt landið. Sambært lógaruppskotinum, sum framvegis liggur í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, skal landskassin seta 500 milliónir krónur í stovnsfæ í bústaðarbankan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947