- Tíðindi, mentan og ítróttur
2018 tað næstheitasta nakrantíð í Arktis
Upphitingin í heiminum er við til at hita Arktis upp eftir metstuttari tíð. Upphitingin elvir til stórar broytingar í umhvørvinum á Jørðini.
Soleiðis ljóða nakrar av ávaringinum í nýggjari, amerikanskari frágreiðing, ið varð kunngjørd í vikuni. 2018 er tað næstheitasta, sum er mátað í Arktis, síðan mátingarnar byrjaði í 1900.
Tað staðfestir nýggja, amerikanska kanningin. Frágreiningin staðfestir eisini, at 2018 var árið, har Arktiska Havið var fjalt av næstminstu nøgdini av ísi nakrantíð í søguni.
Avleiðingarnar hópa seg upp
Tilsamans 81 granskarar úr 12 ymiskum londum hava gjørt frágreiðingina, ið er útgivin av umsitingini í USA, ið granskar viðurskiftini í havinum og lofthavinum.
- Úrslitini í kanningini vísa, at avleiðingarnar av støðugu upphitingini blíva við at hópa seg upp. Áhaldandi upphitingin í Arktis hevur við sær stór umhvørvisárin.
- Bæði í mátanum, sum vit høvdu væntað, og eisini uppá ymiskar mátar, sum vit ikki høvdu væntað, ljóðar í nýggju, amerikonsku veðurlagsfrágreiðingini.
Mikroplast eisini ein áhaldandi vandi
Tað kemur eisini fram í kanningini, at hitin í Arktis tey seinastu fimm árini "slær allar mátingar síðan 1900," sum tað stendur orðað í frágreiðingini.
Mikroplast í heimsins høvum er eisini ein umhvørvisvandi í heimsins høvum, staðfesta granskararnir í nýggju kanningini.
- Ein altjóða kanning av plasti í heimsins høvum vísti herfyri, at nøgdin av mikroplasti í havinum við Arktis er hægri enn í nøkrum øðrum havi í heiminum, stendur í frágreiðingini.