- Tíðindi, mentan og ítróttur
Italia bakkar fyri ES
Italia bakkar fyri ES
Italska stjórnin hevur bakkað fyri ES og sigur seg fara at minka um ætlaða hallið á fíggjarlógini fyri næsta ár.
14.12.2018 - 11:48
Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, hevur almannakunngjørt eitt nýtt uppskot, so landið sleppur undan tiltøkum frá ES.
Conte segði, at hann eftir ein fund við formannin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, hevði góðtikið, at minka hallið úr 2,4 prosentum niður í 2,04 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Báðir flokkarnir í italsku samgongustjórnini taka undir við broytingini, segði forsætisráðharrin.
Hóast uppskotið til fíggjarætlan verður broytt, so eru flestu av ynskjunum hjá flokkunum gingin á møti, segði Conte.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV