Eingin orsøk at broyta afturlatingarlógina

Eingin orsøk at broyta afturlatingarlógina
Men skula broytingar gerast kortini, skal øll lógin broytast, heldur Handilsvinnufelagið
Allir handlar, ikki bara matvøruhandlar, eiga at sleppa at hava opið sunnudagar, heldur Handilsvinnufelagið.
 
14.12.2018 - 12:52

Galdandi lóg er nóg góð og hon riggar væl.

Tað sigur Handilsvinnufelagið um ætlanina hjá Vinnumálaráðnum at broyta afturlatingartíðirnar hjá handlunum.

Felagið hevur tó ampa av ásetingini, sum loyvir kommunustýrum at loyva handlum at hava opið á stevnum og tá størri fremmandavitjanir eru. 

Hugtøkini størri fremmandavitjanir og stevnur eru ov ógreið. 

Handilsvinnufelagið vil tí hava orðingarnar broyttar, so tær verða meira nágreiniligar.

Kommunur avgera sjálvar

Ein møguleiki er at víðka heimldina hjá kommununum, so tær sjálvar gera av, nær tær geva serloyvi, heldur Handilsvinnufelagið.

Annars heldur felagið, at øll eiga at sleppa at hava opið sunnudagar, ikki bara tey, sum selja matvørur.

Annars verður lógin kappingaravlagandi.

Sum felagið sigur í hoyringarsvarinum, at skal liberaliserast, liberaliserið so alla lógina

Felagið heldur eisini, at í staðin fyri at geva loyvi til at hava opið sunnudagar í desember, eiga allir handlar at fáa loyvi til at hava opið allar ársins sunnudagar.

Spurningurin er, um vit ikki eiga at gera eina nýggja halgidagslóg og lata hana skipa afturlatingina hjá handlunum, heldur Handilsvinnufelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636