Leguhús byggjast á Selatrað

Leguhús byggjast á Selatrað
Pengarnir til skótadepilin, sum Magni Laksafoss,hevur fingið í fíggjarlógina fyri 2019, skulu millum annað brúkast til nýtt leguhús
Selatrað.
 
13.12.2018 - 13:07

Pengarnir til skótadepilin, sum Magni Laksafoss, uttanflokkatingmaður, hevur fingið í fíggjarlógina fyri 2019, skulu brúkast til øll húsini hjá KFUM á Selatrað, og eitt nýtt leguhús skal byggjast.

Tað sigur Sóley Mikkelsen, sum er í selatraðarnevndini hjá KFUM og landsnevndarlimur hjá KFUM.

Tríggjar milliónir krónur skulu til íløgur á Selatrað og 750.000 kr. eru til rakstur.

Hetta stendur í broytingaruppskotinum frá Fíggjarmálaráðnum til Fíggjarnevndina.

Magni Laksafoss hevur fingið hesar pengar í fíggjarlógina fyri, at hann tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Magni Laksafoss er virkin í KFUM, og hann hevur verið leiðari í skótadeplinum á Selatrað.

KFUM hevur fimm ella seks hús á Selatrað, millum gomlu smoltstøðina hjá Bakkafrosti, sum KFUM fekk fyri nøkrum árum síðani.

Málið um bygging á Selatrað verður viðgjørt á landnnevndarfundi hjá KFUM í februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947