Tøkugjaldið hækkar

bannari
Tøkugjaldið hækkar
Uppskotið hjá Poul Michelsen um at broyta skipanina, so tøkugjaldið verður fimm prosent, tá marknaðarprísurin er 36 krónur ella meira, er samtykt.
 
11.12.2018 - 09:09

Tøkugjaldið í alivinnuni verður nú broytt.

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um at broyta skipanina soleiðis, at tøkugjaldið verður fimm prosent, tá altjóða marknaðarprísurin er 36 krónur ella hægri

Í løtuni er tøkugjaldið 4,5 prosent, um prísurin er 27 krónur ella meira fyri kilo.

Hinvegin lækkar gjaldið niður í 2,5 prosent, um prísurin er minni enn 36 krónur kilo, men hægri enn 32 krónur kilo.

Gjaldið verður eitt hálvt prosent, fer prísurin niður um 32 krónur fyri kilo.

Broytingarnar hava við sær, at meira tøkugjald kemur í landskassan, tá laksaprísurin er góður, men inntøkan minkar skjótari, tá prísurin lækkar. 

Sambært Fish Pool Index hevur laksaprísurin verið millum 40 og 58 krónur kilo seinasta árið.

Samgonguflokkarnir í vinnunevndini tóku undir við uppskotinum, og mæltu til at samtykkja tað.

Andstøðuflokkarnir mæltu frá at samtykkja uppskotið.

Teir søgdu, at tað er sera óheppið, at gjøldini verða broytt, hvørja ferð eitt fíggjarlógaruppskot verður lagt fram. 

Gjøldini á alivinnuna eru longu broytt fýra ferðir seinastu seks árini, søgdu andstøðuflokkarnir í vinnunevndini.

Uppskotið um at broyta tøkugjaldið varð samtykt við 14 atkvøðum fyri og 10 ímóti.

Uppskotið hjá Poul Michelsen skal hava eina viðgerð í tinginum afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949