Færri fiskidagar minka um veiðitrýstið

bannari
Færri fiskidagar minka um veiðitrýstið
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi fyri at minka um veiðitrýstið, sum er í hægra lagi.
 
11.12.2018 - 13:15

Allir óbrúktir dagar skulu takast inn, og ein triðingur av brúktum døgum skulu eisini takast inn. Tað er tilmælið frá Havstovuni til Fiskimálaráðið um fiskidagarnar fyri 2019.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at tað kann tykjast ørkymlandi, at Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi, nú stovnarnir eru við at koma fyri seg aftur, men tað er fyri at minka um veiðitrýstið, sum liggur í hægra lagi.

Høgt veiðitrýst

Fyri alt fiskiárið 2016-2017, ið verður brúkt sum grundarlag fyri tilmælið hjá Havstovuni, vórðu 59 prosent av teimum tillutaðu fiskidøgunum brúktir. Framskrivingar fyri 2018 vísa, at umleið 68 prosent av døgunum í ár fara at verða brúktir.

Havstovan metir, at nú meir er at fáa av toski og hýsu, er sannlíkt, at óbrúktir dagar gerast virknir, og tað kann hava við sær eitt hægri veiðitrýst og kann minka um tilgongdina av fiski, ið er á veg inn í stovnarnar.

Mett verður eisini, at veiðievnini hjá eitt nú línuflotanum økjast í næsta ár. Metingin byggir á tað, at tað sær út at verða ein minking í náttúrligari føði á landgrunninum, og tað hevur oftast við sær, at fiskurin tekur betur á. Tí kann væntast, at ein størri nøgd verður fiskað í næsta ár. Tað leggur afturat einum veiðitrýstið, sum longu er í hægra lagi.

Vinnuumboð mæltu frá niðurskurði

Ein roynd varð gjørd í gjár at finna eitt felags tilmæli at handa landsstýrismanninum, men hon miseydnaðist. Uppleggið, ið fundurin skuldi taka støðu til, var ein niðurskurður á 10 prosent, ið landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevði lagt fram. 

Í mun til Havstovuna, mæltu øll vinnuumboðini frá at skerja dagar. Í niðurstøðuni frá fundinum í gjár siga vinnuumboðini, at spurningurin um at stilla fiskidagatalið eigur at verða viðgjørdur í síni heild, tá bólkurin næsta ár fer undir at viðgera umsitingarætlanir o.a. í sambandi við at skipa fiskiskapin eftir botnfiski í føroyskum sjógvi.

Eilif Gaard sigur, at ein niðurskurður á tíggju prosent hevði ikki verið nóg mikið, men tað hevði bøtt um verandi støðu.

Fiskidagarnir skulu nú ásetast áðrenn fríggjadagin, tá tingið fer í jólafríð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977