Rættindamarknaður skipast á nýggjárinum

bannari
Rættindamarknaður skipast á nýggjárinum
Ein almennur rættindamarknaður skal skipast, og á hesum marknaði skulu fiskidagar og kvotur handlast millum skip.
 
11.12.2018 - 09:02

Fiskimálaráðið hevur orðað eina kunngerð, sum skipar henda almenna rættindamarknað fyri sølu av veiðirættindum.

Vørn skal umsita henda marknað, har kvotupartar, árskvota, fiskidagar ella loyvi skulu handlast millum privatar aktørar í fiskivinnuni.

Sambært einum uppriti frá Fiskimálaráðnum skal prinsippið við afturlatnari uppboðssølu brúkast á hesum nýggja rættindamarknaði.

Tað merkir, at øll boð verða latin inn í afturlætnum brævbjálva, og tey, sum bjóða, síggja ikki boðini hjá hvørjum øðrum. Prísurin fyri avhendað rættindi á almenna rættindamarknaðinum verður so ásettur eftir regluni um "lægst vinnandi boð", sum merkir, at øll, sum koma upp í part, rinda sama prís.

Heimildin at selja hesi rættindi á nýggja, almenna rættindamarknaðinum fevnir bæði um rættindi, sum verða avhendað endaliga, og um rættindi, sum verða avhendað fyri eitt ár í senn.

Uppskotið til kunngerð hevur verið til hoyringar í Fiskivinnuráðnum, og kunngerðin skal eftir ætlan koma í gildi á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856