- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina krevur fíggjarstjóran leyslatnan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/meng_wanzou.jpg?itok=Wpu-Z-__)
Amerikanski sendiharrin í Kina er boðsendur í uttanríkisráðið í Beijing at taka ímóti einum mótmæli ímóti, at fíggjarstjórin í kinesiska telerisanum, Huawei, er handtikin í Kanada.
Kravið er, at Meng Wanzhou, fíggjarstjóri, verður útflýggjað USA.
Meng, sum er dóttir stovnaran av Huawei, varð handtikin 1. desember í Vancouver í Kanada.
Hon kom fyri rættin fríggjadagin, tí ætlanin var at útflýggja hana til USA, men viðgerðin av amerikansku áheitanini varð útsett til í gjár.
Kina krevur, at USA tekur boðini um handtøkuna aftur í stundini, skrivar kinesiska tíðindastovan, Xinhua.
Leygardagin varð kanadiski sendiharrin í Kina, John McCallum, boðsendur til fundar í kinesiska uttanríkisráðnum.
Hann fekk at vita, at tað fær álvarsamar avleiðingar, verður Meng ikki latin leys.
Málið um fíggjarstjóran í Huawei sáar iva um, um vápnahvíldin í handilskrígnum millum USA og Kina fer at halda.