- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljoðbøkur sleppa undan meirvirðisgjaldinum
Ljoðbøkur sleppa undan meirvirðisgjaldinum
Vøruflokkurin, sum ljóðbøkur eru í, hevur skyldu til at gjalda meirvirðisgjald. Men tað verður nú broytt
10.12.2018 - 07:19
Ljóðbøkur sleppa skjótt undan meirvírðisgjaldi. Kunngerðin og vøruskráin verða broyttar, so hetta ber til.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.
Vanligar bøkur, prentaðar bøkur, sleppa undan meirvírðisgjaldi.
Men prentaðar bøkur og ljóðbøkur eru ikki í sama vøruflokki.
Tann vøruflokkurin, sum ljóðbøkur eru í, hevur skyldu til at gjalda meirvirðisgjald.
Men hetta verður nú broytt, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Ljóðbøkur sleppa skjótt undan meirvirðisgjaldinum, tí tær tæna sama endamáli sum prentaðar bøkur.
Taks hevur ikki hagtøl um, hvussu nógv meirvirðisgjald kemur frá ljóðbókum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV