Alment sett skulu ferðast minni ella bíligari

Alment sett skulu ferðast minni ella bíligari
Tey skulu ferðast fyri 20 prosent minni longu næsta ár 
Alment sett starvsfólk skulu heldur brúka talgilding enn flogfør.
 
10.12.2018 - 13:02

Almenn starvsfólk skulu ferðast minni ella bíligari í framtíðini.

Tey skulu ferðast fyri 20 prosent minni longu næsta ár. 

Hetta sæst í broytingaruppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum til uppskotið um fíggjarlógina fyri 2019. 

Har stendur, at játtanin verður lækkað samsvarandi avgerð um at minka útreiðslurnar til ferðing 20 prosent komandi ár.

Nýggir tøkniligir møguleikar gera tað møguligt at hava støðugt fleiri fundir talgilt. 

Harafturat er ætlanin at keypa ferðaseðlar og annað samskipað fyri minkla kostnað landsins til ferðing í arbeiðsørindum.

Hetta er galdandi fyri almennar stovnar. Tað fáa aðalráðini at vita í broytingaruppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947