- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriðurin fer at raka búskapin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ofridur_frakland_08122018_ap.jpg?itok=vGeSnwUg)
Herviligi ófriðurin í Fraklandi fýra tær síðstu vikurnar merkist ikki bara í gøtunum í landinum. Búskapurin hjá landinum fer eisini at merkja sviðan av ringa ófriðinum.
Bruno Le Maire, ráðharri í fíggjarmálum, sigur í dag, at Frakland má rokna við, at mótmælini og ófriðurin síðstu tíðina nú eisini fer at raka búskapin hjá landinum.
- Vit mugu vænta niðurgongd í búskaparvøkstrinum í ár, orsakað av mótmælunum hjá Gulu vestunum, sigur ráðharrin í fíggjarmálum, sambært tíðindastovuni Reuters.
Stjórnin í Fraklandi lovaði leygardagin at taka upp tingingar við mótmælisrørsluna Gulu vestarnir, men tað er ein rørsla uttan leiðarar, og tí er trupult hjá stjórnini at fáa tingingar í lag.
Tilsamans 136.000 fólk tóku lut í mótmælisgongum í Fraklandi í gjár. Meira enn 1.700 fólk vórðu handtikin og 1.200 eru varðhaldsfongslað, sigur innanríkisráðið í landinum.