- Tíðindi, mentan og ítróttur
1700 fólk handtikin eftir ófrið í París
Meira enn 1700 fólk eru handtikin eftir ringan ófrið í París um vikuskiftið, og meira enn 1200 fólk eru varðhaldsfongslað, sambært fronskum sjónvarpi.
Fronsku myndugleikarnir meta, at umleið 10.000 mótmælisfólk gjørdu um seg í franska høvuðsstaðnum París í gjár, sambært Ritzau. Handlar vórðu rændir, eldur varð settur á bilar og smágrót kastað eftir løgregluni.
Løgreglan svaraði aftur við at brúka táragass og vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, og hevur higartil varðhaldsfongslað meira enn 1200 mótmælisfólk eftir ófriðin í gjár.
125.000 mótmælisfólk í gøtunum
Myndugleikarnir valdu í gjár at steingja handlar í París, steðga tokferðsluni og avlýsa fótbóltsdystir og konsertir. Tilsamans 89.000 løgreglufólk vórðu sett inn at basa ófriðinum, og bara í París vórðu 8.000 løgreglufólk sett inn.
Sambært innanríkisráðharranum í Fraklandi fingu 135 fólk skaða í ófriðinum leygardagin. 17 av teimum særdu eru løgreglufólk. Mótmælisgongur vóru eisini aðrastaðni í Fraklandi í gjár.
Sambært fronskum sjónvarp mótmæltu umleið 125.000 fólk ymsastaðni í Fraklandi. Ófriðurin í Fraklandi kemur í kjalarvørrinum av, at franska stjórnin millum annað ætlar at hækka prísin á brennievni.