- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vann 210 milliónir
Vann 210 milliónir
Heppin dani vann í gjárkvøldið 210 mió í Eurojackpot.
08.12.2018 - 12:19
Ein maður úr Kalundborg í Danmark kann keypa størri jólagávur enn tey flestu í ár.
Hann vann nevniliga 210 mió í Eurojackpot í gjárkvøldið.
Hetta er næst-størsti vinningurin, sum nakrantíð er vunnin í Danmark. Størsti vinningurin var í 2015, tá ein vinnari fekk 315 milliónir krónur.
Danske Spil, sum tekur sær av Eurojackpot, siga í dag, at tey hava havt samband við vinnaran.
Talan er um ein mann frá Kalundborg, og hann er sera ovfarin, siga Danske Spil við Ritzau. Meira vilja tey ikki siga um hepna vinnaran.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV