Fyrireika seg til ófrið í París

Fyrireika seg til ófrið í París
89.000 løgreglufólk vera á gøtunum leygardagin.
Mynd: Sky News  
 
07.12.2018 - 09:11

Franska løgreglan fyrireikar seg til ógvusligan ófrið í Paris og í øðrum býum í morgin. 

Sambært franska forsetisráðharranum Edouard Philippe, vera 89.000 løgreglufólk á gøtunum leygardagin í eini roynd at fyribyrgja, at mótmæli frá sonevndu Gulu vestunum, eins og seinasta leygardag elva til samanbrestir og vandalismu. 

Løgreglan hevur heitt á handlar, søvn og matstovur í Paris um at steingja í morgin, og sambært BBC verður Eifeltornið stongt fyri vitjandi í morgin. 

Víðgongd á bæði høgraveinginum og vinstravonginum í fronskum politikki hava aftur í morgin ætlanir um at mótmæla, at franska stjórnin m.a. ætlar at hækka oljuavgjøldini í landinum.  Eftir ófriðin seinasta leygardag, hevur franska stjórnin boygt seg og slept upprunaligu ætlanini um at hækka oljuavgjaldið, men ónøgdin er størri enn so í mótmælisrørslurni Gulu vestarnir, og tí stúra fransmenn fyri ógvusligum ófriði aftur í morgin.  

Rørslan hevur ongan leiðara, men sum skilst, so ynskja fólk eina nýggja skattaskipan, meira í pensjón og lægri pensónsaldur. Ein partur av rørsluni eru skúlanæmingar, ið mótmæla broytingum í próvtøkuskipanini í fronskum skúlum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947