- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøða um gamalt uppskot skal aftur úr nevnd

Løgtingið skal á fundinum í dag atkvøða um uppskotið hjá Paula Trond Petersen í Tjóðveldi um at fáa uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um bíligari streymprísir til hitapumpur og el-bilar atkvøtt úr Rættarnevndini, hóast nevndin ikki hevur skrivað álit um uppskotið.
Slíkt ber til sambært tingskipanini.
Hon sigur, at er álit ikki lagt fram innan frestina, sum er ein mánaður, er tingfólki heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.
Sirið Stenberg legði fram uppskotið 25.september, og Rættarnevndin hevur havt tað síðani 23.oktober. Nevndin hevur ikki biðið um longda freist at skriva álit.
Men málið verður verandi í Rættarnevndini, tí løgtingið feldi uppskotið um at taka málið úr nevndini. Uppskotið fekk 9 atkvøður fyri og 16 móti.
Annars er munnligir fyrispurningar og framløga á skránni hjá tinginum í dag.
Tingfundurin byrjar kl.10.00.