- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómurin hjá Arnault herdur
Dómurin hjá Arnault herdur
Rætturin í Stokkhólm hevur hert fongsulsrevsingina hjá svenskt-franska mentanarprofilinum, Jean Claude Arnault, til tvey og eitt hálvt ár.
04.12.2018 - 11:43
Jean-Claude Arnault var í miðdeplinum um kynsligan ágang í gøluni í Svenska Akademiinum fyri Nobelheiðurslønina í bókmentum. Hann varð í oktober dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku.
Nú hevur rætturin í Stokkhólm hert fongsulsrevsingina hjá Arnault til tvey og eitt hálvt ár.
Arnault, sum er 72 ára gamal, varð ákærdur fyri tvær neyðtøkur í Stokkhólmi móti somu kvinnu, men hann varð bara dømdur fyri aðra.
Gølan fekk fyrr í ár svenska akademiið at avlýsa bókmentaheiðurslønina hjá Nobel í ár, og fleiri limir í akademiinum hava eisini sagt sín sess frá sær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV