Fólkaflokkurin størstur fleiri kanningar á rað

Fólkaflokkurin størstur fleiri kanningar á rað
Seinastu veljarakanningarnar hava allar víst, at Fólkaflokkurin hevði fingið framgongd, um val varð skrivað út.
Jørgen Niclasen er formaður í Fólkaflokkinum.
 
03.12.2018 - 15:01

Hetta er ikki fyrsta kanningin, sum vísir, at Fólkaflokkurin hevði verið størsti flokkur, um val var.

Sum nevnt stendur Fólkaflokkurin í nýggju Gallup Føroyar-kanningini at fáa 23,7 prosent og átta tinglimir. Ein framgongd uppá 4,8 prosent sammett við seinasta løgtingsval.

Í oktober gjørdi spyr.fo eina kanning fyri portal.fo. Hon vísti, at Fólkaflokkurin fekk nógv størstu undirtøkuna. Heili 27,5 prosent og níggju tinglimir.

Í september gjørdi spyr.fo eisini eina, og hon vísti somuleiðis, at Fólkaflokkurin hevði verið størsti flokkur. Tá svaraðu 24,6 prosent, at tey høvdu valt Fólkaflokkin, um val var, og tað hevði givið flokkinum átta tinglimir.

Í juli gjørdi Lóður eina meiningarkanning fyri Kringvarpið. Hon vísti, at Javnaðarflokkurin fekk ein dyggan undir vangan við bara 19,2 prosentum og seks tinglimum, sum eru tveir minni enn í dag.

Í so máta er dagsins Gallup-kanning góð tíðindi fyri løgmansflokkin, tí hon vísir, at hóast Javnaðarflokkurin gongur 2,2 prosent aftur, so varðveitir hann sínar átta tinglimir.

Myndin er sostatt tann, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu verið størstu flokkar, um val var nú, men at samgonguflokkarnir høvdu verið við undirlutan í tingmannatali, tí samgongan fær 16 og andstøðan 17 tinglimir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990