- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bush fer til gravar hósdagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ford_til_gravar.jpg?itok=6tFv0g8s)
Fyrrverandi amerikanski forsetin, George Herbert Walker Bush, sum doyði fyrradagin, fer til gravar hósdagin. Hann verður grivin í býnum, College Station, í Texas. Longu í morgin byrjar minningarhaldið um 41. amerikanska forsetan, sum bleiv 94 ára gamal og harvið landsins elsti fyrrverandi forseti nakrantíð.
Frá seinnapartinum í morgin til mikumorgunin stendur gamli Bush undir børu á Capitol Hill í Washington D.C. Seinni mikudagin er minningargudstænasta í dómkirkjuni í høvuðsstaðnum. Mikudagur er almennur sorgardagur í USA, hava Hvítu húsini boðað frá. Kistan við George Bush skal eisini standa nakrar tímar í Houston, har fyrrverandi forsetin búði, áðrenn sjálv jarðarferðin verður í grannabýnum, College Station, hósdagin.
George Herbert Walker Bush var forseti í USA frá 1989 til 1993. Áðrenn tað var hann varaforseti hjá Ronald Reagan í átta ár.