Bilasølan setur met

Bilasølan setur met
Bilasølurnar í Føroyum hava jól og góðar dagar. Sølan er trífaldað eftir bara níggju árum
Nýggir bilar ganga sum heitt breyð í løtuni. Ongantíð fyrr hava bilasølurnar í Føroyum selt so nógvar bilar sum í ár
 
02.12.2018 - 17:41

Tá 2018 er av, hevur bilasølan í Føroyum sett met. Tað er longu greitt, hóast árið ikki er liðugt enn. Tað vísa tølini hjá Akstovuni fyri 11 teir fyrstu mánaðirnar í 2018.

Higartil hevur Akstovan skrásett 2.010 nýggjar persónbilar í ár. Ongantíð fyrr eru so nógvir nýggir bilar seldir í Føroyum eftir bara einum ári, vísa nýggjastu tølini.

Longu nú eru 200 fleiri nýggir bilar skrásettir í Føroyum enn alt árið í fjør, vísa nýggjastu tølivi. Alsamt fleiri nýggir bilar verða seldir í Føroyum.

Í 2009 vórðu 697 nýggir bilar seldir í Føroyum. Sostatt er bilasølan í Føroyum trífaldað bara tey seinastu níggju árini, sæst í hagtalsgrunninum hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947