- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekur Løgtingsins umboðsmann fyri fult

Landsstýrið sigur seg taka allar viðmerkingar hjá Løgtingsins umboðsmanni í størsta álvara.
Er brúk fyri tí verða lógir, kunngerðir og mannagongdir broyttar, so tær fylgja viðmerkingunum frá Løgtingsins umboðsmanni.
Tað fekk Rættarnevndin hjá løgtinginum at vita, tá hon viðgjørdi ársfrágreiðingarnar frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árini 2016 og 2017.
Rættarnevndin heldur, at viðgerðin í nevndini og í løgtinginum yvirhøvur eigur at vera á einum yvirskipaðum stigi.
Løgtingið eigur at ansa eftir ikki at viðgera einstøk ítøkilig mál, sum Løgtingsins umboðsmaður hevur fingist við.
Annars órógvar løgtingið og sáar iva um mannagongdir og avgerðir hjá umboðsmanninum, sigur Rættarnevndin, sum einmælt mælir til at góðtaka ársfrágreiðingarnar hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017.
Á tingfundinum í gjár komu 14 álit frá fýra tingnevndum.