Skal skráseta hví løn er goldin í arbeiðsstegði

Skal skráseta hví løn er goldin í arbeiðsstegði
Tað er ikki lógarbrot ella heimildarloysi at rinda løn, tá arbeiðsstegður er, sigur Landsstýrismálanevndin
Hóast námsfrøðingar vóru í verkfalli, fingu tey lønina alt fyri eitt. Hon varð drigin frá eftir verkfallið.
 
29.11.2018 - 10:43

Fíggjarmálaráðið eigur at skriva niður, hvørji atlit tala fyri at gera undantak frá høvuðsregluni um at halda løn aftur, tá arbeiðssteðgur er.

Talan kann vera um millum annað arbeiðsbyrðu hjá lønarfyrisitingini og um nakar tapsvandi er.  

Tað sigur Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum loksins hevur avgreitt eina kæru, sum skjótt er níggju mánaðir gomul.

Nevndin sigur, at eingin lóg er brotin. 

Bill Justinussen, løgtingsmaður, kærdi fyrst í mars Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi.

Lógarbrot og eingin heimild

Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. 

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Men grannskoðararnir hjá landinum, Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðarnir, halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaði námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var.

Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini.

Tað siga løgtingsgrannskoðarnir í svari til Landsstýrismálanevndina.

Og nevndin tekur undir við grannskoðarum landsins og ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109