Sáttmáli gjørdur fyri Magnus Heinason

Sáttmáli gjørdur fyri Magnus Heinason
 
29.11.2018 - 16:25

Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir nýggjan sáttmála fyri skiparar og stýrimenn á fiskirannsóknarskipinum Magnus Heinason.

Sáttmálin er galdandi til 1. oktober næsta ár.

Lønin hækkar 0,38 prosent tann 1. oktober 2017, og 0,9 prosent tann 1. oktober í ár.

Eftirlønin hækkar hækkar úr 9,6 prosentum upp í 14 prosent.

Fíggjarmálaráðið skrivar á heimasíðuni, at partarnir eru samdir um, at kemur annað skip inn fyri Magnus Heinason í sáttmálaskeiðnum, taka partarnir upp nýggjar samráðingar, uttan at seta stríðsstig í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947