- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta meira enn 51 milliónir í inntøkum
Vænta meira enn 51 milliónir í inntøkum
Sjóvar kommuna vænar sær góðar 51,6 milliónir í inntøkum komandi ár. Íløgur verða gjørdar fyri 25,5 milliónir krónur.

28.11.2018 - 10:01
Býráðið í Sjóvar kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2019.
Sjóvar kommunan væntar at fáa góðar 51,6 milliónir krónir í inntøku, og útreiðslurnar verða slakar 45 milliónir.
Íløgur verða gjørdar fyri 25,5 milliónir krónur, - millum annað eru 8 miljónir settar av til útbygging á Lítlafløtti, 7 miljónir til umvælingar og pullartar á keini á Hulki og góðar 6 miljónir krónur til útstykking, sæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.
Skattaprosentið verður 21 prosent og barnafrádrátturin 7000 krónur, sæst á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV