Ymsar tulkingar um orðingina "her í ríkinum"

Ymsar tulkingar um orðingina "her í ríkinum"
Pensjónslógin skal gerast greiðari, so eingin ivi er, sigur ráðharri
Fólkapensjón eigur at kunna sparast upp í øllum trimum londunum í ríkinum.
 
27.11.2018 - 12:56

Troels Lund Poulsen, arbeiðsmálaráðharri, ætlar at nágreina reglurnar um orðingina "her i riget", næstu ferð, lógin um pensjónir verður endurskoðað.

Orðingin riggar ikki væl, tí hon er ikki nóg greið, heldur ráðharrin.

Tað sigur hann í svari til Føroyanevndina, sum spurdi fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Danska lógin um fólkapensjón nevnir ”her i landet” og ”her i riget” einar 20 ferðir. 

Tveir ráðharrar svara

Sjúrður Skaale hevur spurt bæði løgmálaráðharran og arbeiðsmálaráðharran um, hvussu orðingarnar skulu skiljast, tað er um tær eisini eru galdandi fyri Føroyar og Grønland.

Danska lógin um pensjón er bara galdandi fyri Danmark og fyri fólk, sum býr har, er svarið.

Orðingin "her i riget" verður tó tulkað á ymsan hátt, svarar Troels Lund Poulsen.

Hann sigur, at orðingin í lógini ”her i riget” er yvirhøvur galdandi fyri Danmark, Føroyar og Grønland. 

Spurningurin byrjaði við, at ein fólkapensjónistur ikki fær fólkapensjón fyri tíðina, hann búði í Føroyum, sum eru "her i riget."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947