- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførslur um Hoyvíkssáttmálan og rammuavtalu

Hósdagin fer Poul Michelsen, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um Hoyvíkssáttmálan.
Antin má Hoyvíkssáttmálin sigast upp, ella má lógin um sjófeingi broytast, so íslendingar kunnu verða verandi í føroysku fiskivinnuni.
Lógin verður neyvan broytt. Tí eru framvegis útlit fyri, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp á nýggjárinum, hevur Poul Michelsen sagt við Útvarpið.
Skal Hoyvíkssáttmálin sigast upp, má tað gerast fyri 1.januar 2019.
Føroyar vilja, at Hoyvíkssáttmálin heldur fram.
Men fiskivinnan skal takast úr sáttmálanum og fara í eina rammuavtalu um fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Ísland.
Samráðingar eru um slíka avtalu.
Ósemja um sáttmála
Herfyri ráðførdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, seg við Uttanlandsnevndina um samráðingarnar við Ísland um ein rammusáttmála um fiskirættindi.
Seinastu árini hevur serliga verið togast um lodnufiskiskapin, tí íslendingar vilja hava tann fiskiskapin í Hoyvíkssáttmálanum, og á tann hátt gera av, hvussu lodnufiskiskapurin skal fara fram.
Millum annað er ósemja um, at føroysku skipini, sum fiska lodnu, ikki sjálvi kunnu gera av, hvar lodnan verður landað.
Tað vilja íslendingar ikki hoyra talan um, tí íslendska vinnan fær nógv burtur úr rognunum í lodnuni.
Og sambært lógini um sjófeingi skulu íslendingar úr føroysku fiskivinnuni í 2025.
Íslendingar siga, at tað er brot á Hoyvíkissáttmálan.