- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 mió. brúktar at umvæla hvalastøðina

Higartil eru brúktar góðar 12 milliónir krónur til bráðfeingis umvælingar á hvalastøðini við Áir.
Í ár er ein millión krónur játtað til endamálið.
Men næsta ár er eingin peningur settur av til hvalastøðina, tí rúm er ikki í fíggjarkarminum, sigur Mentamálaráðið í einum svari til fíggjarnevndina, sum í løtuni viðger fíggjarlógaruppskotið fyri 2019.
Tjóðsavnið, sum stendur fyri umvælingunum, hevur boðað frá, at teimum vantar hálva aðru millión krónur at koma á mál við fyrsta stigi av umvælingunum við Áir.
Tá eru húsini gjørd uttan og eisini økið innanfyri.
300.000 kr. til rakstur um árið
Savnsvirksemi kann verða skipað á staðnum fyri 580.000 krónur, og Tjóðsavnið væntar, at tað ber til at reka hvalastøðina sum savn fyri 300.000 krónur um árið.
Mett verður, at tað fer at kosta tilsamans 7,5 milliónir krónur at umvæla gólv, tekniskan útbúnað í øllum bygningum, húsum og úthúsum.
Skal hvalastøðin lata upp sum savn, verður neyðugt at flyta Brandskúlan.
Mentamálaráðið hevur kannað, hvar skúlin kann verða staðsettur, men eingin avgerð er tikin enn.