- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldið fyri tinglýsing lækkar ikki

Skattalætti ger størri gagn enn eitt lægri tinglýsingargjald.
Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, sum mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lækka gjaldið fyri tinglýsing niður aftur í hálvt prosent.
Hendan samgongan hækkaði annars gjaldið 100 prosent í 2015, upp í eitt prosent.
Pengarnir eru brúktir til skattalætta, sigur samgongan.
Minnilutin í Fíggjarnevndini heldur, at fólk duga best at umsita sínar egnu pengar.
Tí er neyðugt at hálsa um, so fólk aftur fáa fíggjarligt frælsi, sigur minnilutin.
Hann sigur, at uppskotið um at lækka tinglýsingaravgjaldið er ein liður í hesum.
Hetta uppskotið um at lækka tingslýsingargjaldið var eisini í tinginum í farnu tingsetu, men tá fall tað.