- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnunevndin sent nógv fundarboð um Posta
Vinnunevndin sent nógv fundarboð um Posta
Uppskotið um at einskilja Posta á fundi í Vinnunevndina í dag

Partabrøvini í Postverkinum skulu seljast privatum keyparum, ætlar Vinnumálaráðið.
22.11.2018 - 08:07
Vinnunevndin fer í dag at viðgera uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at einskilja Posta.
Nevndin ætlar at hoyra, hvat onnur halda um málið, og hevur sent boð eftir feløgum í flutningsvinnuni. Tey eru EUR express, Smyril Line Cargo, Safari Transport og Faroe Ship.
Boð eru eisini farin til sáttmálapartarnar hjá teimum, sum atbeiða í Posta, Føroya arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.
Kommunufelagið er boðsent og Poul Michelsen, landsstýrismaður, saman við umboðum fyri Posteftirlitið, Kappingareftirlitið og P/f Postverk Føroya.
12 onnur tingmál eru eisini á skránni hjá Vinnunevndini í dag.
Løgtingsfundur verður aftur týsdagin 4.desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV