Søkir eftir níggju kommunulæknum til fimm dømi

Søkir eftir níggju kommunulæknum til fimm dømi
Heilsutrygd søkir eftir kommunulæknum til 16.000 fólk
Søkt verður eftir níggju kommunulæknum.
 
22.11.2018 - 07:33

Heilsutrygd søkir eftir kommunulæknum til stívliga 16.000 fólk.

Søkt verður eftir níggju læknum til fimm læknadømi.

Søkt verður eftir einum lækna til Norðoya læknadømi og einum í Fuglafjarðar læknadømi, tað er í Gøtudali.

Í Suðurstreymi eru trý størv at søkja, tvey í Miðlon og eitt á Rrúutrøð.

Í Suðuroyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja, annað á Tvøroyri og hitt í Vági. 

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv, annað er í Heilsudeplinum í Runavík, og hitt er fyribils í viðtaluni á Strondum.

Tá koyrandi er um Skálafjørðin, verða allir læknarnir at í Heilsudeplinum, sigur Heilsutrygd. 

Freistin at søkja er 7.desember

Fólk skulu setast í leysu kommunulæknastørvini 1.februar næsta ár, ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Freistin at søkja kommunulæknastørvini er á middegi 7.desember.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsu- og Innlendismálaráðið og Kommunulæknafelagið, og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið.

Í morgin verður almenn móttøka í býráðssalinum í Klaksvík, tí Magnus Magnussen fer frá sum kommunulækni.

Magnus Magnussen byrjaði í starvi sum kommunulækni í Norðoya læknadømi í februar 1995.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497