Semingsroyndin heldur fram seinnapartin

bannari
Semingsroyndin heldur fram seinnapartin
Í dag eru 14 dagar, síðani ljósmøðurnar fóru í verkfall
 
22.11.2018 - 07:10

Semingsroyndin millum Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum heldur fram seinnapartin.

Partarnir fóru til hús um ellivu tíðina í gjárkvøldið. Tá hevði semingsstovnurin sitið við teimum í umleið 13 tímar.

Avtalað er at hittast aftur í dag klokkan 13.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur onga viðmerking í morgun, tá vit spyrja, um nøkur framstig vórðu gjørd í semingsroyndini í gjár.

Men í gjárkvøldið segði Terje Sigurðsson, at semingsstovnurin leggur dent á, at partarnir sjálvir samráða seg til rættis um ein nýggjan sáttmála, og eingin ætlan var um at leggja nýtt semingsuppskot fram.

Í dag klokkan 15 eru fjúrtan dagar, síðani ljósmøðurnar fóru í verkfall. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017