- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álit um fyrsta tingmálið skrivað í næstu viku

Ætlanin er at skriva álit um fyrsta málið í hesari tingsetuni í næstu viku.
Talan er um uppskotið hjá andstøðuni um at framskunda verkætlanina við tunlunum norður um Fjall.
Uppskotið kom í tingið 21.august, og fyrsta viðgerð var 10.september.
Síðani hevur málið verið í Rættarnevndini.
Formaðurin í Rættarnevndini, Kristin Michelsen, sigur, at nevndin hevur fund mánadagin og mikudagin í næstu viku.
Álit um tunlar
Tá er ætlanin at skriva álit um millum annað tunlarnar norður um fjall, sigur Kristin Michelsen.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.
Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan.
Løguætlanin hjá landinum leggur annars upp til, at farið verður undir nýggjar tunlar norður um Fjall um fýra ár.
15 tingmál eru á skránni hjá Rættarnevndini í næstu viku.