Solheim gevst í ST

Solheim gevst í ST
Erik Solheim gevst sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað, at hann hevur ferðast fyri 4,1 milliónir.
 
21.11.2018 - 13:26

Norðmaðurin Erik Solheim gevst sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað, at Solheim ferðaðist fyri 4,1 milliónir krónur fyrstu 22 mánaðirnar sum formaður í nevndini.

Erik Solheim tók við starvinum sum formaður í umhvørvisnevndini hjá ST í 2016, og samstundis hevur hann havt heiti sum varaaðalskrivari í Sameindu Tjóðum.

Ferðast fyri milliónir

Men hann hevur valt at leggja frá sær eftir hvassar atfinningar um stóra penganýtslu ta tíðina, hann hevur staðið á odda fyri umhvørvisnevndini. Ein frágreiðing hevur avdúkað, at hann hevur ferðast fyri 4,1 milliónir krónur teir fyrstu 22 mánaðirnar í starvinum.

Hann sigur við norska kringvarpið, at orsøkin til, at hann leggur frá sær, er atfinningarsama frágreiðingin, og at tað verður lættari hjá ST at handfara frágreiðingina, um hann gevst í starvinum.

Erik Solheim er á høvuðsstøðini hjá umhvørvisnevndini í Nairobi í Kenya, har nevndin hevur høvuðssæti.

- Best fyri allar partar

Longu tá fyribils frágreiðingin varð almannakunngjørd í oktober, vóru hvassar atfnningar ímóti framferðini hjá Solheim. Millum annað boðaðu bæði Danmark og Svøríki frá, at tey fóru at minka um sína játtan til stovnin, tá pengarnir vórðu nýttir á slíkan hátt.

- Tað er ikki bara eg, sum havi nýtt pengarnar til ferðirnar. Tað var ein skipan, sum var galdandi, áðrenn eg tók við starvinum, sigur Erik Solheim, sum sigur seg hava avtalað við ST-aðalskrivaran, Guterres, at hann skal leggja frá sær.

- Tað er best fyri allar partar, at eg gevist í starvinum, tí annars er vandi fyri, at heimurin missir virðingina fyri ST, sigur Erik Solheim.

Afturgoldið pening

Tað er ikki greitt, nær endaliga frágreiðingin verður almannakunngjørd, men The Guardian skrivar, at tað var ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, sum bað Solheim um at leggja frá sær.

63 ára gamli Erik Solheim noyddist fyrr í ár at rinda umhvørvisnevndini hjá ST 55.000 krónur aftur, tí feilur varð funnin í eini ferðauppgerð hjá honum. Og tá viðgekk hann, at hann hevði gjørt eitt mistak.

Hann sigur seg hava goldið umhvørvisnevndini allar pengarnar aftur, sum ivi hevur verið sáddur um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342