- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sóknast eftir uttanríkisfrágreiðing

Edmund Joensen í Sambandsflokkinum spyr nú løgmann, hví eingin uttanríkisfrágreiðing er latin løgtinginum í hesum valskeiðnum.
Edmund Joensen setti løgmanni ein líknandi spurning fyri einum ári síðani, og tá svaraði Aksel V. Johannesen, at landsstýrismaðurin í uttnaríkismálum fór at leggja frágreiðing fyri tingið í vár.
Várið er farið, summarið somuleiðis, og seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið um heystið er eisini farin.
Samgonguskeiðið er eisini farið at halla, og eingin frágreiðing er komin løgd fram enn, sigur Edmund Joensen.
Tað er ikki ein nøktandi støða, at tingið ikki fær frágreiðing um uttanlandsmál. Løgtingið er politiska grundarlagið undir einum veruligum og trygggum uttanlandspolitikki hjá landsstýrinum og Føroyum, sigur Edmund Joensen í viðmerkingunum til spurningin.