Heðin skal svara Óluvu um byrging um Haraldssund

Heðin skal svara Óluvu um byrging um Haraldssund
Tingið hevur samtykt, at nýggi landsstýrismaðurin í smferðslumálum skal svara tveimum skrivligum fyrispurningum
 
21.11.2018 - 16:43

Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð í Tjóðveldi um byrgingina um Haraldssund.

Spurningurin var upprunaliga settur Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum umsat samferðslumál.

Nú Heðin Mortensen hevur tikið við sum landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur tingið samtykt, at hann skal svara spurninginum. 

Óluva Klettskarð spyr, hvørjar ætlanir Landsverk hevur um at gera byrgingina um Haraldssund lidna, og um landsstýrismaðurin heldur, at tað er skilagott at teingja arbeiðið at gera nýggjar tunlar norður Fjall saman við arbeiðnum at gera byrgingina um Haraldssund liðugt.

Almennir bygningar

Løgtingið hevur eisini samtykt, at Heðin Mortensen skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard í Sjálvstýri um almennar bygningar.

Kári P. Højgaard sigur, at spurningurin verður reistur, tí ivamál hava verið um ávís leigumál og kostnaðin.

Landið eigur nógvar ognir, og Landsverk, sum hevur eftirlit við, og heldur almennar ognir viðlíka, hevur mangan víst á, at meiri peningur eigur at verða játtaður til viðlíkahald, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835