Longd fyrningarfreist í málum um transfer pricing

Longd fyrningarfreist í málum um transfer pricing
Nú skal fyrningarfreistin fyri skattaálíkningar í sonevndum transfer pricing-málum longjast úr trimum upp í fimm ár.
 
20.11.2018 - 10:25

Løgtingið fer í dag at viðgera broyting í skattalógini, sum hevur til endamáls atleingja fyrningarfreistina.

Transfer pricing ger seg galdandi, tá handil fer fram millum partar, sum ikki eru óheftir, tí annar parturin eigur, ella hevur ræði á hinum partinum. 

Tá handil fer fram millum partar, ið ikki eru óheftir, kann tað hava við sær skattahugsan soleiðis, at prísir verða settir annaðhvørt lægri ella hægri enn marknaðarprísin, við tí fyri eyga, at flyta yvirskot úr øðrum felagnum yvir í hitt felagið, fyri at gjalda minni í skatti.

Í viðmerkingunum til lógarbroytingina skrivar Fíggjarmálaráðið, at transfer pricing er ein av stóru altjóða avbjóðingunum í umsitingini av partafelagsskattinum, tí tað kann hava við sær at feløg, sum virka í fleiri londum, kunnu flyta yvirskot til tann partin av felagnum, sum hevur heimstað í landi, har lítil og ongin skattur verður rindaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109