Fíggjarnevndin ikki fingið frágreiðingina

Fíggjarnevndin ikki fingið frágreiðingina
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur ikki fingið frágreiðingina, sum Mentamálaráðið fekk frá Landsverki í gjár um skúladepilin í Marknagili.
 
20.11.2018 - 09:52

Fíggjarnevndin hevur ikki fingið frágreiðingina, sum Mentamálaráðið skuldi fáa frá Landsverki í gjár um bygginga av Skúladeplinum í Marknagili.

Biðið er um eina eykajáttan á 18,7 milliónir krónur til byggingina, og væntandi er, at tørvur verður á fleiri pengum. Tí bað landsstýriskvinnan í Mentamálum Landsverk um eina frágreiðing.

Hana fekk Mentamálaráðið í gjár.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevði fund í gjár, har eykajáttanin var á skrá, men nevndin fekk onga frágreiðing í gjár, og nevndin bíðar eftir landsstýrinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990