Nýggir nevndarlimir í tunlafelagnum

Nýggir nevndarlimir í tunlafelagnum
Eykaaðalfundur skal velja tveir nevndarlimir
Ewald Kjølbro er farin úr nevndini í P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlum. Ikki ber til at hava eftirlit við sær sjálvum, heldur Samferðslumálaráðið, sum er einasti partaeigari.
 
19.11.2018 - 13:30

Á eykaaðalfundi í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlum í næstum skulu veljast tvey fólk í nevndina hjá felagnum.

Samferðslumálaráðið hevur gjørt eina innstilling til eykaaðalfundin.

Fyri stuttum fóru tvey fólk úr nevndini, Evy J. Jacobsen og Ewald Kjølbro.

Evy J. Jacobsen er fyribils forstjóri í Betri samtakinum, og tað kravdi, at hon segði frá sær nevndarsessin.

Ewald Kjølbro er stjóri í Landsverki, og Landsverk hevur eftirlit við arbeiðinum hjá P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Samferðslumálaráðið heldur ikki, at sami maður, sum hevur ábyrgd av eftirlitinum, er í nevndini hjá felagnum, sum hann hevur eftirlit við.

Upprunaliga valdi Fíggjarmálaráðið Ewald Kjølbro í nevndina hjá tunlafelagnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947