21 mánaðar afturat at fyrireika Brexit

21 mánaðar afturat at fyrireika Brexit
Avtalan, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit, ber í sær, at Bretland fær 21 mánaðir aftrat at fyrireika seg í.
 
16.11.2018 - 06:37

Avtalan, sum Theresa May, forsætisráðharri, hevur gjørt við ES um Brexit, ber í sær, at Bretland fær 21 mánaðir aftrat at fyrireika seg í. Men freistin kann leingjast, verður tað neyðugt.

Hesar 21 mánaðirnar skal Bretland framvegis fylgja ES-reglum og eisini vera undir ES-dómstólum.

29. mars fer Bretland sambært grein 50 í ES-sáttmálanum úr ES, og avtalan, sum er umleið 600 síður, skal tryggja, at Bretland kann fara úr samveldinum undir skipaðum viðurskiftum.

Markið millum Bretland og Írland ein avbjóðing

Í hesum tíðarskeiði skulu stjórnin og vinnulív leggja um til skiftið. Harafturat skal tíðin brúkast til at semjast um handils- og samstarvsavtalur millum ES og Betland. 

Størsta avbjóðingin er markið millum Bretland og Írland. 

Londini bæði eru samd um ikki at hava nakað eftirlit á markinum, men tað ber ikki til, tá annað landið er í ES, og hitt er uttanfyri. Hesin trupulleikin verður ikki loystur við avtaluni. 

Fiskivinnan ikki við í avtaluni

Bretland skal framhaldandi hava fríhandilsavtalur við ES, men fiskivinnan verður hildin uttanfyri, skrivar BBC. Sambært avtaluni skulu partarnir royna at fáa eina avtalu um fiskivinnu í lag. 

Eru Bretland og ES-londini ikki komin ásamt um eina fríhandilsavtalu, áðrenn skiftistíðin er av, skal eitt verjunet tryggja, at markið framvegis er opið, og støðan verður tann, at Bretland verður verandi í tollsamgongu við ES. 

Í hesi støðuni kann Bretland ikki gera avtalur við triðjalond. "Backstop"-reglurnar, sum tær verða nevndar, kunnu bara sigast upp, um bæði ES og Bretland vilja tað. 

Ráðharrar lagt frá sær

Henda støðan hevur fingið fleiri ráðharrar í stjórnini hjá Theresu May, forsætisráðharra, at leggja frá sær. Millum annað Brexit-ráðharrin, Dominic Raab, legði frá sær í gjár.

- Eg havi arbeitt fyri at fáa so góðar treytir sum til ber, men uppskotið, ið er lagt fram, hevur tvey álvarslig lýti. Annað er, at tað kann skeikla bretsku heildina. Tað seinna er, at vit kunnu enda við at verða niðurbundin í eini ES-skipan, sum vit ikki stýra sjálvi ella hava møguleika at sleppa burturúr. 

- Eg haldi, at tað er skaðiligt fyri okkara búskap og vandamikið fyri okkara fólkaræði. Forsætisráðharrin hevur tørv á einum Brexit-ráðharra, ið vil halda somu kós sum hon, men tað geri eg ikki. Eg virði hana, men eg haldi, at vit eiga at skifta kós, segði Dominic Raab, sum nú hevur lagt frá sær sum Brexit-ráðharri, við BBC í gjár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342