Nets vil vera størst

Nets vil vera størst
Gjaldsfelagið, Nets, sum føroysku peningastovnarnir eisini nýta, ætlar at vera størsta felag av sínum slag í Europa.
 
14.11.2018 - 07:54

Gjaldsfelagið, Nets, sum føroysku peningastovnarnir eisini nýta, hevur sett sær sum mál, at vera størsta felag av sínum slag í Europa. Tað sigur stjórin í felagnum, Bo Nilsson, við Børsen.

- Vit vilja vera bæði størst og best á europeiska marknaðinum, og tað skulu ikki ganga meir enn 5 ár, til tað verður veruleiki, sigur stjórin við blaðið. 

Síðani felagið fyrr í ár varð tikið av aftur partabrævamarknaðinum, hevur felagið keypt líknandi feløg bæði í Týsklandi og í Polandi, og felagið hevur framvegis áhuga í feløgum av sama slag, sigur Bo Nilsson.

Nets er kortini ikki einsamalt við tí hugsjónini, tí franska gjaldsfelagið, Worldline, hevur somu ætlanir.

Worldline er hálvaaðru ferð størri enn Nets, og tá felagið almannakunngjørdi roknskapin í oktober, segði stjórin, at felagið ynskir at veksa, og liggur framvið at keypa onnur feløg av sama slag, um høvið býðst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947