Sigur seg fáa alt ov fáar pengar til Býarsavnið

Sigur seg fáa alt ov fáar pengar til Býarsavnið
Tórshavnar kommuna góðkennir ikki mátan, sum verður brúktur at rokna stuðul til bygdasøvn
Tórshavnar kommuna væntaði sær nógv størri stuðul til býarsavnið.
 
13.11.2018 - 10:56

Í staðin fyri 1,2 milliónir krónur, sum kommunan væntaði at fáa, fekk hon bara 214.000 kr. til Tórshavnar býarsavn í 2019. 

Tórshavnar kommuna, landsstýrið og Tjóðsavnið tulka lógina um stuðul til bygdasøvn hvør á sín hátt.

Hetta sæst í brøvunum, sum Tórshavnar kommuna hevur sent Mentanarnevndini og Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Lógin sigur, at Tjóðsavnið letur 60 prosent í stuðli til at reka góðkend bygdasøvn.

18 og ikki 60

Men Tórshavnar kommuna fekk bara 18 prosent.

Tí Tjóðsavnið brúkar orðingina góðkenda fíggjarætlan sum grundarlag.

Hetta er ikki sambært lógini, sigur Tórshavnar kommuna.

Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 er eisini orðingin góðkendar rakstrarútreiðslur. 

Orsøkin er helst, at játtanin er ov lítil, heldur Tórshavnar kommuna.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947