- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mascot seldur til Klaksvíkar og eitur Borðoyarnes
Mascot seldur til Klaksvíkar og eitur Borðoyarnes
Linuskipið er bygt fyri meira enn 40 árum síðani

Mascot eitur nú Borðoyarnes.
12.11.2018 - 12:26
Línuskipið Mascot er selt til Klaksvíkar og eitur nú Borðoyarnes.
Smápartafelagið Deep C Fishing hevur keypt Mascot frá partafelagnum Eysturoy í Saltangará.
Deep C Fishing varð stovnað í fjør summar.
Fyri nøkrum døgum síðani hækkaði partapeningurin úr 300.000 krónum upp í eina millión og 550.000 krónur.
Borðoyarnes, sum Mascot nú eitur, er bygt í Póllandi í 1976.
Skipið hevur millum annað royndarloyvi eftir krabba í føroyskum sjógvi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV