Mælir frá at samtykkja uppskot um øl og brennivín

Mælir frá at samtykkja uppskot um øl og brennivín
Rúsdrekkasølan vil ikki, at onnur sleppa at selja sterka ølið og brennivín
Í apríl 2012 varð loyvt at selja sterkari øl enn 5,8 prosent í Føroyum.
 
12.11.2018 - 10:24

Rúsdrekkasølan mælir tinginum staðiliga frá at samtykkja eitt uppskot hjá Magna Laksafoss um at loyva teimum, sum bryggja øl og brennivín í Føroyum, at selja drykkirnar í egnum handli.

Uppskotið fer, um tað verður samtykt, at máa grundarlagið undan Rúsdrekkasøluni og rúsdrekkapolitikkinum í Føroyum, sigur Rúsdrekkasølan.

Endamálið við uppskotinum er at loyva teimum, um bryggja, at selja í egnum handli øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín.

Rúsdrekkasølan sigur, at uppskotið er í móti andanum í rúsdrekkalógini. 

Og tað fer at elva til, at meira verður drukkið, tí lættari verður at keypa rúsdrekka.

Krav um vinning

Rúsan hevur krav um 16 mió. kr. í yvirskoti um árið. Hetta kravið er ikki álagt øðrum, sum selja sterkt.

Tey kunnu tí selja øl og brennivín bíligari enn Rúsdrekkasølan.

Síðani 2012 er loyvt at selja øl í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8 prosent.

Síðani tá hava føroysku bryggjaríini gjørt 12 sløg av sterkum øli, men bara sjey teirra verða framvegis gjørd.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946