Spyr um fiskiskap í íslendskum og føroyskum sjógvi

Spyr um fiskiskap í íslendskum og føroyskum sjógvi
Henrik Old, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal ein fyrispurning
 
10.11.2018 - 16:13

Henrik Old í Javnaðarflokkinum vil hava at vita, hvussu nógv íslendsk skip hava fiskað í føroyskum sjógvi, og hvussu nógv føroysk skip hava fiskað í íslendskum sjógvi síðani 2015.

Hann hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein spurning um málið.

Nú árligu fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Ísland eru byrjaðar, hava íslendingar gjørt greitt, at teir vilja hava størri javnvág í fiskiveiðiavtaluna við Føroyar.

Íslendska fiskimálaráðið sigur, at fiskiveiðiavtalan við Føroyar gevur Føroyum 160 milliónir kr. um árið.

Føroyar hava 5.600 tons av botnfiski um árið umframt eina lodnukvotu, sum kortini í mesta lagi kann verða 25.000 tons um árið.

Íslendsk skip kunnu fiska svartkjaft, makrel og sild í føroyskum sjógvi, men einki er komið fram um, hvat virði hesin fiskur hevur, sigur Henrik Old í viðmerkingunum til spurningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835