- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðsluóhapp: Hava tað gott eftir umstøðunum
Tað eru boðini frá vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Eitt ferðsluóhapp var á Kaldbaksvegnum undir Sandvíkarhjalla í um áttatíðina í gjárkvøldið. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið.
Talan var um tveir bilar, sum rendu frontalt saman. Bilurin, sum koyrdi suður eftir, koyrdi av onkrari orsøk yvir í breytina hjá mótkoyrandi ferðsluni og rendi saman við bilinum, sum koyrdi norðeftir.
Løgreglan hevur tosað við fleiri fólk, sum sóu óhappið og sigur seg hava eina góða mynd av tí, sum hendi, men hevur enn ikki tosað við tey, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Tað ger løgreglan væntandi seinnapartin í dag.
Fráboðanin um ferðsluóhappi kom klokkan fimm minuttir í átta. Ferðsluóhappið hevði við sær, at Kaldbaksvegurin var stongdur í ein tíma, millum annað tí, at ein annar bilurin mátti klippast upp fyri at fólki leyst.
Um hálvgum tíggjutíðina var onnur vegbreytin latin upp og seinni um kvøldið koyrdi ferðslan aftur sum vant.